Søgan aftanfyri navnið Karet

Fyrst í 20’unum gjørdist Erik Simonsen fyrsti karetmakarin í Føroyum, tá hann lat verkstað upp í hesum húsinum. Her smíðaði og umvældi hann undirstell til hestavognar og gjørdi og umvældi hjól til vognar, trillubørir og annað.

Erik Simonsen, sum varð føddur í 1897, lærdi tíðliga í 20. øld í Danmark og Svøríki, men flutti síðani aftur til Føroyar fyrst í 1920´unum. Tá fór hann undir at byggja húsið, sum nú er 62°N Hotel. Tá húsið var liðugt, lat hann karetverksmiðjuna upp í hesum hølinum.

Hóast fyrsti bilurin kom til Føroyar í 1922, vóru tey fá, sum høvdu álit á teimum. Vegirnir í Føroyum vóru gjørdir til hestavognar, og hesturin var framvegis álitið hjá føroyingum. Heilt upp í 60’árini var vanligt at síggja hestavognar á havnargøtum.

Ein av vognunum hjá Eriki er til enn. Hesin hongur í góðum standi, sundurtikin í kjallarinum í barnaheiminum hjá verðdóttir Erik, ið var ætta av Kirkju úti í Fugloy.

Tá á døgum var høvuðsinngongdin úr erva, niðan móti har, sum Guesthouse húsast. Verkstað var í niðastu hædd, húsfólkið búði í miðhæddini, meðan ovasta hæddin varð leigað út. Tað var eftir at teir fýra dreingirnir vóru fluttir heimanífrá.

Húsið var eisini ein miðdepil undir bretsku hersetingini av Føroyum, tí her í húsinum húsaðust sersjantarnir og aðrir yvirmenn, meðan teir vóru í Havn.

Men tíðin fer frá øllum, og tá Annar Heimsbardagi var lokin, gekk tíðin eisini undan hestunum sum arbeiðskríatúr, og alsamt fleiri bilar komu til landið. Fyrstu tíðina royndi Erik at tillaga virksemið og smíðaði trælastir og annað til bilarnar eftir sama sniði sum karetirnar, men skjótt var einki grundarlag fyri virkseminum hjá Eriki Simonsen, sum stongdi verkstaðið í 50’unum og heldur fór at smíða hús.

Í 1975 vórðu húsini rakt av herviligum eldsbruna. Hetta var tíðliga hósmorgun, 20. februar. Ein av teimum, sum leigaði á ovastu hædd, hevði gloymt okkurt í ovninum. Loftshæddin var mest sum burtur, miðhæddin fekk stóran royk-, eld- og vatnskaða, og kjallarin fekk eisini vatnskaða. Húsið bleiv tó upp aftur bygt eftir stuttari tíð.

x